Vit sóknast eftir einum røskum og eldhugaðum persóni, sum, í tøttum samstarvi við onnur í felagnum, kemur at eyðmerkja økir, har MEST kann menna og fremja týðandi loysnir á burðardyggu grønu kósini.
Um starvið
Talan er um eitt nýtt spennandi starv, har tú hevur stóra ávirkan á tín arbeiðsdag. Tú kemur at hava ábyrgd og at arbeiða sjálvstøðugt við verkætlanum, har málið verður at leiða MEST fram á leið á burðardyggu grønu kósini.
Arbeiðsuppgávurnar verða millum annað hesar:
- At savna, greina og skipa hagtøl innan burðardygd
- At leggja fram úrslit og at gera kunningartilfar grundað á hagtøl innan burardygd
- At seta í verk týðandi átøk innan orku og umhvørvi á MEST
Um teg
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir, har tínir førleikar millum annað eru at tú:
- ert fakliga væl fyri í mun til at menna og hevur hug at arbeiða við økjum innan orku og umhvørvi
- dugir væl at fáa hugskot og seta tey í verk á ein nýskapandi hátt
- hevur góð evni til at seta teg inn í nýggj viðurskiftir og altjóða rák innan títt fakøki
- dugir væl at skipa og leggja arbeiðið til rættis og at halda freistir
- ert sjálvstøðug/ur, men dugir væl at samstarva og at arbeiða í toymi
- hevur ein jaligan hugburð og ert álítandi
Um tær vantar onkrar royndir, men tú harafturímóti hevur eina stóra motivatión at menna teg innan hetta arbeiðsøkið, heita vit eisini á teg um at søkja starvið.
Løn og setanarviðurskifti
MEST bjóðar eitt áhugavert starv í einum felag í støðugari menning, og sum hevur stóran samfelagsligan týdning í Føroyum. Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara.
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið er staðsett innan økið Heilsu, Trygd og Umhvørvi (HTU). Starvsstaðið verður á einum av okkara trimum staðsetingum í Tórshavn, Runavík ella á Skála.
Umsókn
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mouritz Mohr, stjóra, á tel. +298 79 11 30.
Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 04 januar 2023 og skal latast inn umvegis hesa leinkju: