MEST Starvsfólk: Sinisa Savic

Followed by English text below

MEST fekk ein sera royndan formann at standa á odda fyri innrættingini av manningar-, uppihalds- og arbeiðsrúmunum umborð á havransóknarskipinum Jákup Sverra, tá ið Sinisa kom til Føroyar í 2019.

Sinisa Savic er úr Kroatia, og hevur arbeitt á MEST síðan 2019. Hann er ein av mongu útlendingum, sum arbeiða í Føroyum og ein av teimum umleið 60, sum arbeiða hjá MEST á Skála.

Sinisa hevur arbeitt meginpartin av sínum lívi á skipasmiðjum kring heimin. Hann byrjaði longu í 2005 á skipasmiðju í Kroatia, og síðani hevur hann verði eftirspurdur eitt nú í Singapore, Turkalandi, Spania og Italia. Áðrenn hann kom til Føroyar, arbeiddi hann á Skagen Skipasmiðjuni. Hann er útbúgvin snikkari, men hevur eisini mekaniska útbúgving umframt útbúgving í sveising.

Fryntligi kroatin dámar eina avbjóðandi uppgávu, og tí var tað lætt at taka av tilboðnum sum formaður, tá ið hann skuldi standa á odda fyri manningar-, uppihalds- og arbeiðsrúmunum umborð á Jákupi Sverra. Frammanundan hevur hann verðið við í 26 nýbyggingum av skipum. Tað stórsta av teimum hevði 110 rúm. Sinisa er framvegis formaður á MEST, men hevur fingið ein tittul avtrat: Í dag er Sinisa vara bedingsmeistari. Hann arbeiðir tætt saman við Brandi Jacobsen, bedingsmeistara, og saman hava teir ábyrgdina av millum annað máling, dokkstøðini, manningar-, uppihalds- og arbeiðsrúmunum og reingerð av skipum, sum koma til MEST til umvælingar.

(Mynd / Credit: Ólavur Frederiksen)

MEST er eitt altjóða arbeiðspláss og hevur verið tað í fleiri ár. Í dag starvast gott og væl 130 útlendingar á MEST og á Skipasmiðjuni á Skála starvast gott og væl 60. Á Skála arbeiða umframt føroyingar og danir menn úr millum annað Bulgaria, Filipsoyggjunum, Póllandi og Kroatia. Slík altjóða samanseting er ikki óvanlig í skipasmiðjusamanhangi kring heimin, og Sinisa er so mikið vanur við slíkt arbeiðsumhvørvið, at hann er toluliga væl fyri málsliga á filipinskum, pólskum og bulgarskum. Sjálvsagt er enska málið tað málið, ið er snúningsdepilin, men slíkir málførleikar eru gullverdir, bæði í gaman og álvara. Føroyskt dugir Sinisa eisini. Hann gongur á kvøldskúla, men stóra málsliga lærdómurin  fær hann á arbeiðsplássinum og í gerandisdegnum á Strondum. Hann er nemliga fallin væl til í Føroyum, og býr saman við familju sínari á Strondum.

Tá ið Jákup Sverri varð avhendaður til Havstovuna í 2020, fekk Sinisa møguleika at verða verandi hjá MEST.  Hann tók gleðiliga av, tí honum dámdi ógvuliga væl at arbeiða og at búgva í Føroyum. Í fyrstu syftu búði hann einsamallur á klettunum, men tá ið avgerðin um at halda á hjá MEST varð tikin, komu kona hansara Diana og sonurin Vid eisini til Føroyar at búgva.

Familjan er fallin væl til á Strondum, og mai mánaði í ár, kom nýggjasta skotið í familjuni, tá ið tey áttu sonin Filip. Diana er útbúgvin innan matverkfrøði, men starvast í frítíðarstovuni á Strondum og sonurin Vid gongur í barnagarði.

Tá ið hann fyri fyrstu ferð steig úr flogfarinum í Vágum ein kaldan oktober morgun, fekk hann beinanvegin varhugan av, at Føroyar var eitt róligt stað. Í takksemi sigur Sinisa, at Føroyar er tað fyrsta staðið, har hann veruliga kennir seg heima og vælkomnan.

Employee Story: Sinisa Savic

When Sinisa Savic came to the Faroe Islands in 2019, MEST got a highly experienced foreman to lead the development of the accommodation onboard the marine research ship Jákup Sverri.

Sinisa Savic is from Croatia and has worked at MEST since 2019. He is one of the many foreigners who work in the Faroe Islands and one of about 60 who work at MEST in Skála.

Sinisa has worked in shipyards around the world for most of his life. He started in a shipyard in Croatia in 2005 and has been in demand in Singapore, Turkey, Spain, and Italy, among others. Before he came to the Faroe Islands, he worked at Skagen Shipyard.

His education was originally in carpentry, but he has also acquired an education in mechanics and welding.

The obliging Croatian likes a challenge, and it was therefore no sweat for him to accept the offer as the foreman in the development of the accommodations onboard Jákup Sverri.

Previously, he was connected to 26 projects involving new ship construction, with the biggest containing 110 rooms. Sinisa is still a foreman at MEST but has obtained one more title: he is now vice dock master. He works closely with Brandur Jacobsen, dock master, and between them, they share the responsibility of the painting, the docking station, accommodations, and the cleaning of ships that dock at MEST for repairs.

MEST is and has for many years been a workplace with many nationalities. About 130 foreigners work at MEST, and about 60 work in the shipyard at Skála. Among the nationalities at Skála, apart from Danes and Faroese, there are Bulgarians, Filipinos, Polish, and Croatians. It is not uncommon to find such an international composition in shipyards around the world, and Sinisa is so used to this kind of working environment that he is fairly affluent in Filipino, Polish, and Bulgarian. Of course, the English language is the most used, but language skills like that are not to be taken lightly. Sinisa knows Faroese as well. He goes to night school, butthe main language learning takes place at his workplace and in his surroundings at Strendur. He has settled well in the Faroe Islands and lives with his family in Strendur.

When Jákup Sverri was handed over to Havstovan in 2020, Sinisa got the offer to stay at MEST. He happily accepted because he was very fond of working and living in the Faroe Islands. At the start, he lived by himself, but when he was offered a permanent job at MEST, his wife Diana and son Vid joined him in the Faroes.

The family is settled well in the Faroe Islands, and in May this year, a new family member was added when their son, Filip, was born. Diana is an educated food technologist but works at the recreation center in Strendur, and Vid goes to kindergarten.

The first time Sinisa came to the Faroe Islands and stepped off the airplane on a cold October morning, he knew right away that the Faroe Islands were a peaceful place. With gratitude, Sinisa says that the Faroe Islands are the first place, apart from his home country, where he really feels at home and welcome.

(Myndir / Credit: Ólavur Frederiksen)

(Myndir / Credit: Ólavur Frederiksen)

(Myndir / Credit: Ólavur Frederiksen)

en_GBEnglish