Starvsvenjing

STARVSVENJING

Á MEST vilja vit fegin samstarva við lesandi, og tí bjóða vit starvsvenjing fyri lesandi innan til dømis okkara Teknistovu har tú kanst bjóða tær sjálvum av innan ymisk áhugaverd tøknilig økir. Somuleiðis bjóða vit møguleikar innan okkar Sølu- og Innkeypsdeild – eins og aðrar deildir á MEST. 

Sum starvsnæmingur hjá MEST fært tú veruliga roynt teg av í verki og fært møguleikan at samstarva við roynd fólk. Tú avger í stóran mun sjálv(ur), hvørjar uppgávur tú fert í holt við í tíni starvsvenjing. Hetta fyri at tú í størstan mun sleppur at fáa royndir innan tað økið, sum tú hevur áhuga fyri. 

Endamálið er, at tú sum lesandi fær møguleika at nýta tey amboð, ið tú hevur lært í sambandi við tína útbúgving. Harafturat er endamálið at búgva teg til arbeiðsmarknaðin og til tær mongu avbjóðingarnar, sum tú kanst møta á tíni yrkisleið. 

Kanska ert tú í hesi støðu: 

  • Tú ert lesandi innan verkfrøði, maskintøkni, búskaparfrøði ella líknandi. 
  • Tú ert áhugað(ur) í tí maritima økinum ella menning av vinnuni á landi 
  • Tú ynskir kanska at gerast partur av eini fyritøku í stórari menning. 
  • Tú hevur áræði og hug at læra og seta teg inn í nýggj arbeiðsøkir. 

Sjálvboðin umsókn til starvsvenjing

Um tú hevur áhuga í eini starvsvenjing á MEST, vend tær endilig til okkara við at senda eina sjálvbodna umsókn her.

Trýst her
MEST Shipyard
Privacy Overview / Yvirlit yvir Privatliv

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

Hendan heimasíðan brúkar cookies, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina. Cookie-upplýsingar verða goymdar í tínum kaga og hava funksjónir, sum t.d. at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar heimasíðuna aftur, og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjir partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og nyttugar.