Titringsmátingar
Slepp undan óvæntaðum útreiðslum – við fyribyrgjandi viðlíkahaldi
Titringsmátingar tryggja, at maskinaríið koyrir eins og ætlað.
MEST hevur útgerð og serútbúgvin starvsfólk, ið taka sær av fyribyrgjandi víðlíkahaldi.
Við serligari útgerð og vitan, kunnu vit máta eitt nú ristingar í legum á motorum, generatorum ella øðrum eindum. Hetta fyri at staðfesta, um legurnar eru í lagi, ella um tær kunnu vera orsøk til aðrar trupulleikar, eitt nú ristingar, óljóð ella aðrar ávirkanir.
Loysnir




Sølubúðin
Vørugoymslan hjá okkum hevur eitt breitt úrval av lutum innan EL & Elektronik. Úrvalið er tillaga til vinnuna á sjógvi og landi.
Bíleggingar kunnu gerast umvegis okkara sølubúðir á
- Skála
- Tórshavn
- Runavík
Upplatingartíðir á sølubúðum
Mána- til fríggjadag: 8.00 – 16.10
+298 791100 – sales@mest.fo
