Tvíkiljur, flakar og arbeiðsbátar (V)

Tvíkiljur, flakar & arbeiðsbátar

Sniðgivnar til torførar og veðurringar umstøður

Á MEST leggja vit stóran dent á at sniðgeva arbeiðsbátar og tvíkiljur, sum eru bygd til at virka undir krevjandi treytum. Vit arbeiða við at skapa góð og álítandi arbeiðstól, ið gera arbeiðsdagin hjá manningini betri – og í longdini geva fyritøkuni betri úrtøku og størri effektivitet.

Skrokkurin verður t.d. sniðgivin við serligum atliti til, at báturin skal ganga væl í sjónum – eisini í ringum líkindum.

Sniðgeving og bygging – hond í hond
Allar verkætlanir verða gjørdar í tøttum samstarvi við kundan. Vit samskipa sniðgeving og bygging neyvt – frá fyrstu tekning til liðugt skip – fyri at tryggja, at úrslitið svarar til júst tann tørvin, sum kundin hevur.

Vit byggja bæði smáar og stórar eindir og veita fegin eitt óbindandi tilboð, um tú hevur eitt ynski ella eina verkætlan í tonkunum.

Sí meira í faldaranum á okkara heimasíðu – ella set teg beinleiðis í samband við okkum til eitt prát.

Loysnir

Sí meira í faldaranum her á okkara heimasíðu –
ella set teg beinleiðis í samband við okkum til eitt prát.
MEST Shipyard
Privacy Overview / Yvirlit yvir Privatliv

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

Hendan heimasíðan brúkar cookies, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina. Cookie-upplýsingar verða goymdar í tínum kaga og hava funksjónir, sum t.d. at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar heimasíðuna aftur, og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjir partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og nyttugar.