Umbygging

Umbygging

Umbyggingar

Stórar, krevjandi avbjóðingar er tað, vit eru mest spent um á MEST. 
Soleiðis er okkara hugburður. Vit hava í nógv ár staðið fyri
fjølbroyttum og krevjandi umbyggingarverkætlanum, har vit hava gagnnýtt
okkara serfrøði og royndir til fulnar.
Vit hava m.a.:
• Longt skip
• Bygt skip um úr frálandaskipum til avlúsingarskip til alivinnuna
• Bygt hæddir omaná skip
• Gjørt umfatandi broytingar í maskinrummum og á dekki

Umbyggingar krevja neyva fyrireiking, góðar loysnir og eitt sterkt
samstarv við reiðaran. Hetta eru júst teir førleikarnir, vit hava ment
og brúkt aftur og aftur við góðum úrslitum.
Her eru nøkur dømi um umbyggingar, sum vit hava gjørt seinastu árini.
Hevur tú eina verkætlan í huganum? So hoyra vit fegin frá tær.

Loysnir

Umbygging av Thor Omega

Talan var um at byggja, og íseta eina nýggja sektión undir brúnni. Í nýggju sektiónini eru 15, 2-manskømur, vesir o.a. Sektiónin bleiv bygd í byggihøll okkara, fyri síðan at loysa brúnna av skipinum. Tá nýggja sektiónin var sett upp á pláss á skipinum, bleiv brúgvin sett omaná aftur.

Umbygging av Bakkanes

Arbeiðið at umbyggja Bakkanes til FSV tænastuskip fevndi millum annað um sandblásing og máling, íseting av fýra Melcal kranum og spølum og 6 kapstannar. Harumframt stóð MEST fyri íseting av nýggju FLS avlúsingarskipanini og tilhoyrandi A-rammu, sum varð sniðgivin og framleidd á MEST, til handfaring av slangum.

M/S Martin

MEST hevur staðið fyri sniðgeving og framleiðslu av eini 12 metrar høgari og 8,5 metrar breiðari A-Rammu umframt at íseta framkomna avlúsingarskipanina á MS Martin hjá Bakkafrost.

Norðborg

Skift motorblokkin í skipinum. Arbeiðið snúði seg um at skera hol úr maskinrúminum fram í undirlast og síðani upp í yvirlast. Stórir skinnarar og koyribanar vóru síðani lagdir í skipið sum berandi stálkonstruktiónir. Eisini var neyðugt at byggja tveir gálgar fyri at lyfta blokkin upp í yvirlastina. Til seinast var hol skorið í skipssíðuna á Norðborg, og gamli motorurin fingin út gjøgnum síðuna.

MEST Shipyard
Privacy Overview / Yvirlit yvir Privatliv

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

Hendan heimasíðan brúkar cookies, soleiðis at vit kunnu veita tær bestu brúkaraupplivingina. Cookie-upplýsingar verða goymdar í tínum kaga og hava funksjónir, sum t.d. at kenna teg aftur, tá ið tú vitjar heimasíðuna aftur, og hjálpa okkara toymi at skilja, hvørjir partar av heimasíðuni tú heldur vera mest áhugaverdar og nyttugar.