Verkætlanir
Vit eru við frá fyrstu striku á teknibrettinum,
til skipið verður flotað
Tá tú velur at samstarva við MEST um eina verkætlan, fært tú allar okkara royndir og vitan við í pakkanum. Vit arbeiða eftir einum serligum verkætlanarleisti, sum tryggjar, at úrslitið livir upp til avtaluna – bæði tá ið tað snýr seg um innihald, kostnað og tíðarætlan.
Tá karmar og avtalur fyri verkætlanina eru greiðar, fæst besta úrslitið. Fyri okkum er týdningarmikið at tilrættisleggja arbeiðið so væl sum gjørligt. Tað ræður um at loysa uppgávuna skjótt og væl, so tíni vinnutól sleppa aftur til arbeiðis sum skjótast.
Starvsfólk okkara verða javnan undirvíst í MEST-verkætlanarleistinum – og hetta tryggjar kundum okkara javnt góða góðsku.
Sama hvussu ambitøsa tín verkætlan er – vit eru fús og før fyri at hjálpa tær at føra hana á mál. Verkætlanir




Okkara starvsfólk verða javnan undirvíst í MEST-verkætlanarleistinum, og hetta tryggjar kundum okkara javnt góða góðsku.
Sølubúðin
Vørugoymslan hjá okkum hevur eitt breitt úrval av lutum innan EL & Elektronik. Úrvalið er tillaga til vinnuna á sjógvi og landi.
Bíleggingar kunnu gerast umvegis okkara sølubúðir á
- Skála
- Tórshavn
- Runavík
Upplatingartíðir á sølubúðum
Mána- til fríggjadag: 8.00 – 16.10
+298 791100 – sales@mest.fo
