
NÝBYGGING
MEST hevur seinastu 120 árini latið meiri enn 123 skip. Á okkaru tekni- og verkætlanarstovu starvast 13 vælútbúnir verkfrøðingar og framleiðslu ástøðingar. Vit eru altíð til reiðar at veita ráðgeving innan byggiútgerð og ritbúna. MEST átekur sær øll stigini í eini nýbyggingar tilgongd:

- Concept design
- Contract basic og ítøkulig sniðgeving
- Stabilitet- og hallútrokningar
- Bygningsútrokningar, FEM
- Tekningar og skrokk bygningur
- Tjúgdarmátingar og DNV góðkendar frágreiðingar
- Verkætlanarleiðsla
Framleiðslan av skrokkinum verður t.d. gjørd í samstarvi við eina eystureuropeiska skipasmiðju – har MEST fylgir arbeiðinum neyvt við okkara egnu serfrøðingum. Vit hava samstarv við undirveitarar bæði í Føroyum og uttanlands. Vit fremja byggingina í tøttum samstarvi við reiðaran fyri at fáa eina skilagóða og rætta loysn. MEST veitir í allari tilgongdini ráðgeving og hjálp innan: yvirskipaða sniðið, planlegging, detail-design og at velja teir mest hóskandi undirveitarar.

MEST strembar eftir at veita álítandi loysnir. Vit vita at álit og trúvirði fær okkara kundar at koma aftur til okkara. Vit leggja tí miðvíst áherðslu á hetta í hesi stremban.
Meiri kunning: vinaliga sí undir faldarar og video.