
VINDMYLLUR & FJARHITI
MEST ynskir at vera ein partur av grøna skiftinum og hevur seinastu árini verið ein viðspælari innan eitt nú hesi økir:
- Fjarhitaøkið
- Vindmylluøki
- Sjóvarfalsorku
- Grøna loysn til tvíkilkju

Innan fjarhitaøkið hevur MEST seinastu mongu árini havt ábyrgdina fyri at leggja fjarhitarør í Suðurstreymi. Arbeiðið er framt í tøttum samstarvi við entreprenørar, sum hava staðið fyri graviarbeiðinum. Hetta er arbeiði sum krevur hegni og treiskni og hevur arbeiðið higartil gingið sera væl.
Innan vindmylluøkið undirskrivaði MEST í 2019 sáttmála við týska vindmylluframleiðaran Enercon um eftirlit og viðlíkahald av Enercon vindmyllum í Føroyum. Samstarvið fevnir um vindmyllurnar í Húsahaga, Neshaga og í Porkerishaga. Samstarvið við Enercon hevur við sær at 8 starvsfólk frá MEST hava verið í umfatandi skeiðum í Svøríki yvir nakrar mánaðir. Hetta hevur í fyrstu atløgu verið tøknilig skeið og praktiskum arbeiði í Svøríki fylgt upp av síðumanslæru í Føroyum. MEST hevur sostatt eitt toymi, sum kann átaka sær viðlíkahald og eftirlit av vindmyllum – eins og ymiskum uppsetingar- og umvælingararbeiði.

Innan sjóvarfalsorku valdi Minesto, sum arbeiðir við sjóvarfalsorku í Føroyum, at samstarva við MEST innan eykalutir og ymiskar uppgávur í hesum sambandi.
Fyrsta grøna tvíkiljan í Føroyum verður bygd av MEST. MEST hevur sniðgivið eina tvíkilju, sum burturav verður rikin við el, at nýta í alivinnuni. Tvíkiljan er vinnandi uppskotið í eini kapping um grønar orkuloysnir til alibátar. MEST hevur lagt seg eftir at fylgja gongdini í grøna skiftinum og ynskir alsamt at menna seg innan økið.