Yvirflatuviðgerð
MEST veitir allar vanligar málingar- og yvirflatuviðgerðir – bæði innan- og uttandura, og bæði til sjóvinnu og landvinnu. Vit taka okkum av øllum frá kjøli til mastrar – bæði uttanborð og innanborð.
Hallir og útgerð til krøvandi uppgávur
Í okkara stórum, vælútgjørdu hallum í Tórshavn kunnu vit taka ímóti ymiskum amboðum og maskinum til:
• Sandblásing
• Metalisering
• Máling
• Spuling við 500-bar hátrýstspulara
Í okkara serútgjørdu málingarhøll bjóða vit m.a. endurnýggjan av:
• Tvíkiljum
• Arbeiðsbátum og skipum
• Gravkúm
• Vegtrumlum
• Grótknúsarum o.ø.
Endamálið er at geva útgerðini longri livitíð og betri verju – og harvið størri virði fyri tínar íløgur.
Máling
MEST umboðar HEMPEL-málingina í Føroyum, men vit arbeiða eisini við øðrum merkjum, um kundin ynskir tað. Vit ráðgeva fegin um val av rættari máling og viðgerðarháttum til júst tín tørv.
Vit eru MEST







bæði uttanborð og innanborð
Sølubúðin
Vørugoymslan hjá okkum hevur eitt breitt úrval av lutum innan EL & Elektronik. Úrvalið er tillaga til vinnuna á sjógvi og landi.
Bíleggingar kunnu gerast umvegis okkara sølubúðir á
- Skála
- Tórshavn
- Runavík
Upplatingartíðir á sølubúðum
Mána- til fríggjadag: 8.00 – 16.10
+298 791100 – sales@mest.fo
