Søgan

PAM Offshore Service, ið er eitt dóttirfelag hjá MEST, varð stovnað í 1998 við tí endamálið, at veita mekaniskar, elektriskar og sveisitænastur til oljuvinnuna.
Samstarv kom í lag við Aker Maritime í Noreg, og frá 1998 til 2002 vóru regluliga millum 10 og 15 mans í starvi í oljuvinnuni í Noreg.
Eitt tíðarskeið lá virksemið uttanlands stilt, tí eftirspurningurin eftir arbeiðsfólki var so lítil. Á vári 2004 eydnaðist aftur at fáa samstarv í lag um at fáa fólk í arbeiði í Noregi. Hetta var í sambandi við stóru gass-verkætlanina hjá Statoil uppi í Norðurnoregi, á oynni Melkøya uttanfyri Hammerfest.
Aker Stord og Aker Kvaerner Elektro fingu ein stóran sáttmála, ið innibar at eitt stórt tal av m.a. sveisarum og elektrikarum skuldu arbeiða í hesi verkætlan fram til 2006/2007.
Seinnu árini hevur PAM Offshore fingið í lag samstarv við fleiri feløg. Nevnast kunnu Kværner, Aibel, Westcon, SEC og onnur.
Í dag starvast uml. 200 mans í Noregi fyri PAM Offshore Service.